Sálmarnir kap. 91

Uppsetan
4 við fjøðrum Sínum skýlir Hann tær, undir veingjum Hansara finnur tú lívd, trúfesti Hansara er skjøldur og vernd.
7 Um so túsund falla tær við lið, tíggju túsund við høgru hond tína, skal tað tó ikki ráma teg;
8 tú skalt bert skoða tað við eygum tínum, síggja, hvussu gudleys fáa løn sína.
9 „Tí Tú, HARRI, ert skjól mítt“ [sigur tú]. – Hin Hægsta hevur tú gjørt til bústað tín;
14 „Við tað at hann heldur seg inn at Mær, skal Eg fría hann út, Eg skal bjarga honum, við tað at hann kennir navn Mítt;
15 hann ákallar Meg, og Eg skal svara honum; Eg eri við honum í neyðini, Eg skal fría hann út og lata hann koma til heiður;
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul