Sálmarnir kap. 64

Uppsetan
2 Gud! Hoyr rødd mína, táið eg gevi meg, varða lív mítt móti hinum øgiliga fígginda!
3 Fjal meg fyri loyniráði hinna óndu, fyri flokki illgerðarmannanna, ið gera óljóð,
5 fyri í loyndum at skjóta hin sakleysa – alt í einum skjóta teir hann og ræðast ikki!
6 Teir styrkja seg í ónda ráði sínum; teir siga frá, hvussu teir skulu leggja loyndar snerrur; teir siga: „Hvør sær tær!“
7 Teir upphugsa illgerðir: „Vit eru lidnir, ráðini eru løgd!“ – Og djúp eru hjarta og tankar menniskjans.
9 Og teir verða omanstoyttir; tunga teirra kemur yvir teir; øll, ið síggja teir, rista við høvdinum.
10 Og øll menniskju óttast og kunngera tað, ið Gud hevur gjørt; tey skilja verk Hansara.
11 Hin rættvísi gleðist í HARRANUM og leitar sær skjól hjá Honum, og øll sannhjartað prísa seg lukkulig.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul