Sálmarnir kap. 102

Uppsetan
1 Bøn. Eftir neyðstaddan mann, táið hann ørmaktast og hellir út sorg sína fyri HARRANUM.
3 Fjal ikki ásjón Tína fyri mær, tann dag eg eri í neyð! Boygg oyrað til mín, táið eg rópi, skunda Tær at svara mær!
5 hjarta mítt er svidnað sum gras og følnað; tí eg havi gloymt at eta breyð mítt!
8 Um náttina liggi eg vakin og veni meg og eri vorðin sum einsligur fuglur á takinum.
9 Allan dagin spotta fíggindar mínir meg; teir, ið leika óðir móti mær, biðja ilt við navni mínum.
11 tað kemur av vreiði Tíni, og av tí at Tú ert illur; Tú tókst meg og kastaði meg burtur.
13 Men Tú, HARRI, Tú situr í hásæti til ævigar tíðir; minnið um Teg varir mann eftir mann.
14 Tú fert at reisa Teg, Tú fert at vísa Zion náði; tí tað er tíð at vísa náði móti tí, ja, tímin er komin.
16 Og heidningarnir skulu óttast navn HARRANS, allir kongar á jørðini heiður Tín.
19 Hetta skal verða uppskrivað fyri ættarliðinum, ið kemur, og fólkið, ið føtt skal verða, skal prísa HARRANUM.
20 Tí Hann hevur hugt niður av heilagu hædd Síni, HARRIN hevur úr Himli skoðað niður á jørðina
25 Eg sigi: Gud mín, tak meg ikki burtur á hálvum aldri! – Ár Tíni vara mann eftir mann.
27 teir skulu forganga, men Tú verður; teir skulu allir eldast sum plagg; sum klæði skiftir Tú teir, og teir hvørva.
29 Børn tænara Tína skulu búgva í friði, og avkom teirra skal verða standandi fyri ásjón Tíni.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul