Sálmarnir kap. 96

Uppsetan
2 Syngið fyri HARRANUM og lovið navni Hansara, kunngerið dag eftir dag frelsu Hansara!
3 Sigið millum fólkini frá heiðuri Hansara, millum øll fólkasløg frá undrum Hansara!
6 Stórleiki og dýrd eru fyri ásjón Hansara, styrki og prýði eru í halgidómi Hansara.
8 Gevið HARRANUM heiður navns Hansara, berið fram gávur og komið í forgarðar Hansara!
10 Sigið millum fólkasløgini: „HARRIN hevur víst, at Hann er kongur; tí stendur jarðarríki fast, tað vikast ikki; við rættvísi dømir Hann fólkini.“
12 Markin frøi seg, og alt, ið henni er á! Tá rópa tey av gleði, øll trø í skóginum
13 – fyri ásjón HARRANS; tí Hann kemur, Hann kemur at døma jørðina; Hann dømir jørðina við rættvísi og fólkini í trúfesti Síni.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul