Sálmarnir kap. 63

Uppsetan
2 Gud, Tú ert Gud mín, eg søki Teg árla, sál mín tystir eftir Tær, holdi mínum leingist eftir Tær í turrum landi, sum liggur máttleyst, uttan vatn!
3 Soleiðis havi eg hugt eftir Tær í halgidóminum fyri at síggja veldi Títt og dýrd Tína.
5 Soleiðis skal eg lova Tær, so leingi sum eg livi, í navni Tínum skal eg lyfta upp hendur mínar.
6 Sum av mergi og fiti skal sál mín verða mett, og við lovsyngjandi vørrum skal muður mín prísa Tær.
10 Og teir, ið liggja mær eftir lívinum og ætla at gera enda á tí, skulu koma í niðasta dýpi jarðarinnar.
12 Men kongurin skal gleðast í Gudi; hvør tann, ið svør um hann, skal prísa seg lukkuligan, tí lygnarar skulu verða teptir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul