Sálmarnir kap. 66

Uppsetan
3 Sig við Gud: Hvussu øgilig eru ikki verk Tíni! Av tí at styrki Tín er so veldig, hykla fíggindar Tínir fyri Tær.
5 Komið og síggið tað, ið Gud hevur gjørt! Hann er øgiligur í verki móti menniskjabørnunum.
6 Hann skapti havið um til turrlendi, tey fóru til gongu gjøgnum streymin; har gleddust vit í Honum.
7 Hann valdar í allar ævir í mátti Sínum, Hann hevur eyguni eftir heidningunum; uppreistrarmenn sleppa ikki at gera seg stórar. – Sela.
12 Tú lætst menniskju fara fram yvir høvdi okkara, vit komu í eld og í vatn. Men Tú leiddi okkum út aftur og lívgaði okkum.
13 So komi eg tá í hús Títt við brenniofrum; eg lati Teg fáa tað, ið eg havi lovað Tær,
15 Eg beri Tær brennioffur av feitineytum saman við offuranga av veðrum; eg ofri bæði tarvar og bukkar. – Sela.
16 Komið og hoyrið, øll tit, ið óttast Gud! Eg skal siga frá tí, ið Hann hevur gjørt fyri sál mína.
20 – Lovaður veri Gud, sum ikki vísti bøn míni burtur og ikki tók náði Sína frá mær!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul