Sálmarnir kap. 143

Uppsetan
1 Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, hoyr bøn mína, vend oyrað til hjartans bønir mínar, svara mær í trúfesti Tíni, í rættferð Tíni!
2 Og far ikki til dóms við tænara Tínum, tí fyri Tær er eingin, sum livir, rættvísur!
3 Tí fíggindin hevur elt sál mína, hann hevur traðkað lív mítt niður í dustið, lagt meg í myrkur sum tey, ið langt síðani eru deyð.
6 Eg breiði út hendurnar móti Tær; sum tyst land tráar sál mín eftir Tær. – Sela.
7 Ver skjótur at svara mær, HARRI, andi mín tærist burtur! Fjal ikki andlitið fyri mær, so eg verði líkur teimum, sum fara niður í grøvina!
8 Lat meg árla hoyra náði Tína, tí eg líti á Teg! Lær meg vegin, ið eg skal ganga, tí eg lyfti sál míni til Tín!
10 Lær meg at gera vilja Tín, tí Tú ert Gud mín, lat góða Anda Tín leiða meg hin slætta vegin!
11 HARRI, halt mær á lívi fyri navns Tíns skuld, leið í rættvísi Tíni sál mína út úr neyðini!
12 Oyð í náði Tíni allar fíggindar mínar, forkom øllum teimum, ið volda sál míni trongd – tí eg eri tænari Tín!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul