Sálmarnir kap. 11

Uppsetan
1 Til songmeistaran. Eftir Dávid. Hjá HARRANUM søki eg mær skjól; hvussu kunnu tit tá siga við sál mína: „Flýggja sum fuglur í fjøllini!“
2 Tí hygg, hinir gudleysu spenna bogan, leggja pílin á strongin, fyri í myrkrinum at skjóta eftir teimum, sum hava sannleik í hjartanum.
3 Táið sjálvur grundvøllurin verður upp skræddur, hvat fær tá hin rættvísi gjørt!
4 HARRIN er í heilaga templi Sínum, hásæti HARRANS er í Himli; eygu Hansara skoða menniskjabørnini, Hann hyggur á tey og rannsakar tey.
5 HARRIN roynir hin rættvísa; men hin gudleysa og tann, ið elskar órætt, hatar sál Hansara;
6 Hann letur snerrur regna á hini gudleysu; eldur, svávul og gløðandi vindur verður teimum máldur í steypið.
7 Tí HARRIN er rættvísur, elskar rættvísi; hin sannhjartaði skal skoða ásjón Hansara.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul