Sálmarnir kap. 105

Uppsetan
1 Prísið HARRANUM, ákallið navn Hansara, kunngerið millum fólkasløgini stórverk Hansara!
3 Rósið tykkum av heilaga navni Hansara! – Hjørtu tykkara gleðist, tit, ið søkja HARRAN.
14 læt Hann einki menniskja sleppa at gera teimum mein, Hann revsaði kongar fyri teirra skuld:
20 Tá sendi kongurin boð og læt hann leysan; hann, ið ráddi yvir fólkasløgum, setti hann frían;
21 hann setti hann til harra yvir húsi sínum, at ráða yvir øllum, ið hann átti,
22 so hann skuldi binda høvdingar hansara eftir vilja sínum og læra hinar elstu hansara vísdóm.
24 Hann gjørdi fólk Sítt ógvuliga fruktbart, gjørdi tey sterkari enn fíggindar teirra.
25 Hann vendi hjarta teirra til at hata fólk Sítt, til at fara við sviki móti tænarum Sínum.
33 bæði víntrø og fikutrø sló Hann niður og breyt sundur trøini í øllum landi teirra.
37 Og Hann leiddi tey út við silvuri og gulli; ikki ein í ættum Hansara snávaði.
38 Egyptar vóru glaðir, táið tey fóru avstað, tí ræðsla fyri teimum var fallin á teir.
44 Hann gav teimum lond heidninganna; tað, ið fólkasløg við møði høvdu vunnið, fingu tey í ogn
45 – fyri at tey skuldu halda boð Hansara og gera eftir lógum Hansara. – Halleluja!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul