Sálmarnir kap. 58

Uppsetan
2 Halda tit nú, at tit við málloysi tykkara tala tað, ið rættvíst er, døma tað, ið beint er, tit menniskjabørn?
3 Nei, í hjartanum upphugsa tit tað, sum ónt er, í landinum viga tit út yvirgangsverk handa tykkara.
4 – Hini gudleysu eru líka úr móðurfangi farin av leið; tey, ið tala lygn, villast líka úr móðurlívi.
5 Eitur er í teimum sum ormaeitur, tey eru sum hin deyvi høggormurin, ið tippir oyrað
8 Lat teir verða til einkis, sum vatn, ið rennur burtur! Leggur nakar pílarnar á bogan, so lat teir verða sum oddaleysar!
9 Lat teir verða sum snigil, ið loysist upp, meðan hann skríður, sum ófullborna fostur kvinnunnar, tað, ið ikki hevur sæð sólina!
10 Áðrenn pottar tykkara hava kent brennið, ja, mitt í lívsmegi teirra skal Hann ríva teir burt í vreiði Síni.
11 Hin rættvísi skal gleðast, tí hann sær hevnd; hann skal vaska sær um føturnar í blóði hins gudleysa.
12 Og menniskjuni skulu siga: „Hin rættvísi fær tó løn sína, ein Gud er tó, sum dømir á jørðini!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul