Sálmarnir kap. 147

Uppsetan
1 Halleluja! Ja, tað er gott at lovsyngja Gudi okkara, ja, tað er lívsælt, lovsongur sømir seg.
4 Hann ger av, hvussu mangar stjørnurnar skulu vera, og Hann gevur teimum øllum navn.
8 Honum, sum fjalir himmalin við skýggjum, letur jørðina fáa regn, letur grógva gras á fjøllunum,
11 nei, HARRIN hevur tokka til teirra, sum óttast Hann, sum bíða eftir náði Hansara.
18 Aftur sendir Hann orð Sítt; tá tiðnar ísurin; Hann letur vind Sín blása; tá renna vøtnini.
20 tað hevur Hann ikki gjørt við nakra aðra tjóð; lógir Hansara kenna tær ikki. – Halleluja!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul