Sálmarnir kap. 13

Uppsetan
2 Hvussu leingi fert Tú at gloyma meg, HARRI? Í allar ævir? Hvussu leingi fert Tú at fjala andlitið fyri mær?
3 Hvussu leingi skal eg hýsa stúran í sálini, angist í hjartanum dag eftir dag? Hvussu leingi skal fíggindin gera seg stóran yvir meg?
4 Hygg niður, svara mær, HARRI Gud mín, lýs upp eygu míni, so eg sovni ikki í deyðanum,
5 so fíggindi mín skal ikki siga: „Eg vann hann!“ so óvinir mínir skulu ikki rópa av gleði, táið eg riði!
6 Men eg líti á náði Tína; hjarta mítt skal gleðast í frelsu Tíni, eg skal lovsyngja HARRANUM fyri, at Hann var mær góður!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul