Sálmarnir kap. 125

Uppsetan
1 Songur. Á hátíðarferðunum. Tey, sum líta á HARRAN, eru sum Zionsfjall, ið ikki vikast, men stendur í allar ævir.
2 Rundan um Jerusalem eru fjøll, og HARRIN er rundan um fólk Sítt frá nú og til ævigar tíðir.
3 Tí ikki skal kongastavur gudloysisins níva arvalut hinna rættvísu – fyri at hini rættvísu skulu ikki rætta út hendurnar til órætt.
5 Men tey, sum víkja inn á sniðgøtur sínar, skal HARRIN lata fara saman við teimum, ið gera órætt. Friður veri yvir Ísrael!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul