Sálmarnir kap. 104

Uppsetan
1 Lova HARRANUM, sál mín! HARRI Gud mín, Tú ert sára stórur! Í stórleika og dýrd ert Tú klæddur;
3 Tú smíðar í vøtnunum hásal Tín, gert skýggini til vagn Tín, fert fram á veingjum vindsins;
6 Við djúpum vøtnum hevði Tú fjalt hana sum við klædningi, vøtnini stóðu yvir fjøllini.
8 tey løgdu upp eftir fjøllunum og runnu oman í dalarnar til staðið, ið Tú hevði ætlað teimum;
9 Tú setti mark, sum tey ikki skulu fara um, tey skulu ikki uppaftur leggja yvir jørðina.
13 Úr hásali Tínum vatnar Tú fjøllini; jørðin verður mettað av ávøkstinum, ið Tú skapir.
14 Gras letur Tú grógva til fæið og urtir menniskjunum til gagns; soleiðis leiðir Tú fram breyð av jørðini
15 og vín, sum gleðir hjarta menniskjans og fær andlit tess at skína meir enn olju, og breyð, sum styrkir hjarta menniskjans.
17 har sum fuglarnir byggja sær reiður, storkurin, sum hevur bústað sín í sypristrøunum.
18 Hini høgu fjøll eru til steingeitirnar; klettarnir eru fjallagrevlingunum skjól.
19 Mánan gjørdi Tú at kanna tíðirnar eftir; sólin veit, nær hon skal fara niður.
24 – Hvussu mong eru ikki verk Tíni, HARRI! – Tú gjørdi tey øll við vísdómi; jørðin er full av tí, ið Tú hevur skapt.
25 Har er nú havið, stórt og vítt; tað er fult av óteljandi nøgd av dýrum, bæði smáum og stórum;
28 Tú gevur teimum, og tey sanka; Tú letur upp hondina, og tey verða mettað við góðum.
29 Tú fjalir andlitið; tá fellur ræðsla á tey; Tú tekur anda teirra; tá doyggja tey og fara aftur í dustið;
30 Tú sendir Anda Tín út, og tey verða skapt; ásjón jarðarinnar endurnýggjar Tú.
31 Heiður HARRANS skal vara til ævigar tíðir! HARRIN skal gleða Seg í verkum Sínum!
32 Eygnakast frá Honum – og jørðin nøtrar! Stoytur frá Honum – og fjøllini rúka!
33 Eg skal syngja fyri HARRANUM, so leingi sum eg livi; eg skal syngja Gudi mínum lov, so leingi sum eg eri til.
35 Høvdu syndarar horvið av jørðini, og gudleys ikki verið til longur! – Lova HARRANUM, sál mín! Halleluja!*
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul