Sálmarnir kap. 88

Uppsetan
1 Songur. Sálmur. Eftir synir Kora. Til songmeistaran. Eftir mahalat leannot. Songur. Eftir Heman Ezra’it.
5 Eg verði roknaður javnt við tey, sum fara niður í grøvina; eg eri vorðin sum ein, ið tað er úti við,
6 kastaður millum hini deyðu, líkur falnum, ið liggja í grøvini, sum Tú ikki minnist longur, tí teir eru rivnir Tær úr hond.
8 Tung hvílir vreiði Tín á mær, allar bylgjur Tínar lætst Tú leggja yvir meg. – Sela.
9 Tú hevur rikið kunningar mínar langt burtur frá mær, gjørt meg andstyggiligan fyri teimum; eg eri innistongdur, sleppi ikki út.
10 Eyga mítt er kámt av neyð; hvønn dag havi eg rópt til Tín, HARRI, og rætt hendur mínar móti Tær.
11 Manst Tú tá gera undur fyri deyð, munnu skuggar fara at rísa upp og takka Tær! – Sela.
15 Hví koyrir Tú sál mína frá Tær, HARRI, hví fjalir Tú ásjón Tína fyri mær?
16 Armur eri eg og doyggjandi líka frá ungdóminum; eg beri ræðslur Tínar, eg má missa mótið.
18 sum vatn eru tær rundan um meg allan dagin, tær kringseta meg, allar sum tær eru.
19 Vin og næsta hevur Tú rikið langt burtur frá mær; í staðin fyri kunningar mínar havi eg nú myrkrið.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul