Sálmarnir kap. 28

Uppsetan
1 Eftir Dávid. Til Tín, HARRI, rópi eg! Klettur mín, ver ikki tigandi móti mær, tí annars – um Tú tigur – verði eg líkur teimum, sum fara niður í grøvina!
2 Hoyr bønandi rødd mína, táið eg rópi til Tín, táið eg lyfti upp hendurnar móti heilaga templi Tínum!
3 Rív meg ikki burt við gudleysum og við teimum, ið gera órætt, sum tala frið við næsta sín, men hava ilt í huga!
4 Løn teimum eftir verkum teirra og eftir ónda atburði teirra, løn teimum eftir handaverki teirra, lat teir fáa aftur, sum teir hava uppiborið!
5 Tí teir akta ikki eftir tí, ið HARRIN ger, ella eftir handaverki Hansara – Hann skal bróta teir niður og ikki byggja teir upp!
7 Harrin er styrki mín og skjøldur mín; á Hann lítur hjarta mítt, og eg verði hjálpin; tí gleðist hjarta mítt, og eg skal prísa Honum við songi mínum.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul