Sálmarnir kap. 7

Uppsetan
2 HARRI Gud mín, hjá Tær søki eg mær skjól, frels meg og bjarga mær frá øllum, ið liggja eftir mær,
3 so at fíggindin ikki eins og leyva skræðir sál mína sundur, rívur hana burt, uttan at nakar bjargar!
5 havi eg lønt honum við illum, sum livdi í friði við meg, ella gjørt teimum skaða, sum uttan grund vóru óvinir mínir
6 – so elti fíggindin sál mína og fái hana aftur, traðki lív mítt til jarðar og leggi æru mína í dustið! – Sela.
7 HARRI! Reis Teg í vreiði Tíni, rís upp móti øði fígginda mína, vakna, mær til hjálpar – Tú hevur jú givið boð um dóm!
8 Lat fólkasløgini savnast rundan um Teg, og far Tú yvir teimum aftur upp á hæddina!
9 HARRIN heldur dóm yvir fólkasløgum. Lat meg náa rætti mínum, HARRI, eftir rættvísi míni og sakloysi mínum, sum í mær er!
10 Ger enda á óndskapi hinna gudleysu, og lat hin rættvísa standa fastan! Tú ert jú tann, ið rannsakar hjørtu og nýru, rættvísi Gud!
16 Grøv hevur hann grivið og gjørt hana djúpa; men hann fellur sjálvur í grøvina, sum hann hevur gjørt.
17 Vanlukkan, sum hann hevði í huga, kemur yvir hansara egna høvd, og órætturin, sum hann ætlaði at volda, rámar hann sjálvan í hvirilin.
18 Eg skal takka HARRANUM fyri rættferð Hansara, lovsyngja navni HARRANS, hins hægsta.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul