Sálmarnir kap. 103

Uppsetan
1 Eftir Dávid. Lova HARRANUM, sál mín, og alt, sum í mær er, lovi heilaga navni Hansara!
3 Hann er jú tann, ið fyrigevur allar misgerðir tínar og grøðir allar sjúkur tínar,
9 Hann heldur ikki við at hava nakað ímóti einum, og Hann goymir ikki til ævigar tíðir vreiði.
10 Hann ger ikki við okkum eftir syndum okkara og lønir okkum ikki eftir misgerðum okkara.
11 Nei, sum himmalin er høgt yvir jørðini, er náði Hansara stór yvir teimum, ið óttast Hann.
12 So langt sum eystrið er frá vestri, letur Hann syndir okkara vera langt frá okkum.
13 Sum faðir ger miskunn móti børnum sínum, so ger HARRIN miskunn móti teimum, ið óttast Hann.
16 Táið vindurin blæsur á hann, er hann ikki til longur, og stað hansara veit einki um hann longur.
17 Men náði HARRANS varir frá ævunum til ævirnar yvir teimum, ið óttast Hann, og rættferð Hansara røkkur líka til barnabørn
18 – móti teimum, ið halda sáttmála Hansara og minnast boð Hansara, so tey gera eftir teimum.
20 Lovið HARRANUM, tit einglar Hansara, tit veldigu í mátti, sum gera tað, ið Hann býður, við tað sama sum tit hoyra ljóðið av orði Hansara!
21 Lovið HARRANUM, allir herskarar Hansara, tit tænarar Hansara, sum fullføra vilja Hansara!
22 Lovið HARRANUM, øll verk Hansara, allastaðni har sum Hann ræður! – Sál mín, lova HARRANUM!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul