Sálmarnir kap. 110

Uppsetan
1 Eftir Dávid. Sálmur. HARRIN segði við Harra mín: „Set Teg við høgru hond Mína, inntil Eg leggi fíggindar Tínar sum skammul fyri føtur Tínar!“
2 Av Zion rættir HARRIN út kongastav veldis Tíns; ráð mitt ímillum fíggindar Tínar!
3 Sjálvboðið kemur fólk Títt veldisdag Tín; í heilagum prýði kemur ungi skari Tín til Tín sum døggin úr fangi morgunroðans.
4 HARRIN hevur svorið – og Hann skal ikki angra tað: „Tú ert prestur í allar ævir á sama hátt sum Melkizedek.“
6 Hann heldur dóm millum heidningarnar, fyllir upp við líkum, sorar høvd um hina víðu jørð.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul