Sálmarnir kap. 82

Uppsetan
1 Sálmur. Eftir Asaf. Gud stígur fram í samkomu Guds, mitt ímillum gudar heldur Hann dóm:
2 „Hvussu leingi ætla tit at døma órættiliga og halda við hinum gudleysu?“ – Sela.
3 „Latið hin arma og faðirleysa fáa rætt, dømið hin neyðstadda og fátæka frían!
5 – Men teir skilja einki og sansa einki, teir ganga í myrkri; allir grundvøllir jarðarinnar riða.
7 Men sanniliga, sum menniskju skulu tit doyggja, og sum ein av høvdingunum skulu tit falla!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul