Sálmarnir kap. 75

Uppsetan
2 Vit takka Tær, Gud, vit takka, og nær er navn Títt, sagt verður frá undurverkum Tínum.
3 „Tí“ [so sigur HARRIN] „Um Eg so steðgi, inntil tíð Mín er, dømi Eg tó við rætti;
4 um so jørðin riðar, og øll, ið á henni búgva, so havi Eg tó grundfest stólpar hennara.“ – Sela.
5 „Við hini hugmóðigu sigi Eg: Verið ikki hugmóðig! og við hini gudleysu: Lyftið ikki horninum!
7 Tí hvørki eystaneftir ella vestaneftir [kemur hjálpin], ei heldur úr fjallaoyðimørkini;
9 Tí bikar er í hond HARRANS; tað skúmar av víni, er fult av kryddaðum víni, og Hann skeinkir úr tí; sanniliga, berskaka tess skulu tey drekka, ja, súgva í seg, øll gudleys á jørðini!
11 Og hornini á øllum gudleysum skal eg høgga av, men horn hins rættvísa skulu sita høgt.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul