Sálmarnir kap. 12

Uppsetan
2 Frels, HARRI! Tí tey, ið óttast Gud, eru burtur, hini trúføstu millum menniskjabørnini eru horvin!
3 Tey tala lygn, hvør við næsta sín; við følskum vørrum, við tvísintum hjarta tala tey.
5 tey, sum siga: „Tunga okkara ger okkum sterk, varrar okkara eru við okkum – hvør er harri okkara!“
6 „Við tað at hini ørmu verða kúgað, við tað at hini fátæku suffa, skal Eg nú reisa Meg!“ sigur HARRIN; „Eg skal lata tey fáa frelsu, sum stunda eftir henni!“
9 Hini gudleysu sveima rundanum, táið skarn verður sett høgt millum menniskjabørnini.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul