Sálmarnir kap. 32

Uppsetan
1 Eftir Dávid. Songur. Sælur er tann, ið hevur fingið misbrot sítt fyrigivið og synd sína fjalda,
2 sælur er tann maður, ið HARRIN ikki tilroknar misgerð, og sum ikki hevur svik í anda sínum!
4 tí dag og nátt lá hond Tín tung á mær, og lívsmáttur mín svann burt sum í summarturki. – Sela.
5 Tá játtaði eg synd mína fyri Tær og duldi ikki skyld mína; eg segði: „Eg skal játta misgerðir mínar fyri HARRANUM!“ – Og Tú tókst burtur syndaskyld mína. – Sela.
6 Tí skal hvør heilagur biðja til Tín, ta stund Tú ert at finna – vissuliga, um tá stórar vatnflóðir koma, honum skulu tær ikki náa!
7 Tú ert skjól mítt, Tú fríar meg úr trongd, frelsufagnað letur Tú vera rundan um meg. – Sela.
8 „Eg skal læra teg, og vísa tær vegin, ið tú skalt ganga, Eg skal leggja tær ráð við at hyggja á teg.“
9 Verið ikki sum hestur og múldýr, ið einki vit hava! Prýði teirra er teymar og boksl at tvinga tey við; annars koma tey tær ikki nær.
10 Hin gudleysi hevur mangar plágur; men tann, ið lítur á HARRAN, letur Hann náði Sína vera rundan um.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul