Sálmarnir kap. 73

Uppsetan
3. Book 3
73:1-89:52
1 Sálmur. Eftir Asaf. Ja, Gud er góður við Ísrael, við tey, ið hava reint hjarta!
2 Men eg – tað var tætt við, at føtur mínir snávaðu; tað vantaði lítið á, at stig míni óku.
3 Tí eg øvundaði hini hugmóðigu, táið eg sá, at teimum gekst væl í gudloysi teirra.
4 Tí tey eru frí fyri mótgang, líka inntil tey doyggja, og lívsmegi teirra er frísk og óskerd.
11 Og tey siga: „Hvussu skuldi Gud vitað nakað! Man nakar kunnskapur vera hjá hinum Hægsta!“
13 Einki batti, at eg helt hjarta mínum reinum og vaskaði mær um hendurnar í sakloysi.
14 Eg varð kortini plágaður líðilangan dagin, og hvør morgun kom til mín við tykt.
15 Men hevði eg sagt: „Soleiðis skal eg tala!“ so hevði eg verið trúleysur við ætt barna Tína.
17 – inntil eg fór inn í halgidómar Guds og legði til merkis, hvussu endi teirra verður.
20 Sum ein roknar dreym fyri einki, táið hann vaknar, so roknar Tú, Harri, tey fyri einki, sum skuggamyndir, táið Tú vaknar!
26 Lat bert hold og hjarta mítt ørmaktast! Gud er klettur hjarta míns og lutur mín í allar ævir.
27 Tí tey, ið víkja burt frá Tær, ganga til grundar; Tú strikar út hvønn tann, sum í trúloysi fellur frá Tær.
28 Men eg havi gleði mína í at halda meg nær hjá Gudi; eg søki mær skjól hjá Harranum HARRANUM fyri at kunna vitna um øll verk Tíni.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul