Sálmarnir kap. 86

Uppsetan
1 Bøn. Eftir Dávid. Boygg oyrað, HARRI, og svara mær, tí eg eri armur og fátækur!
2 Varða sál mína, tí eg æri Teg, frels tænara Tín, Tú, Gud mín, hann, ið lítur á Teg!
5 Tí Tú, Harri, ert góður og til reiðar at fyrigeva, ríkur í náði móti øllum, ið ákalla Teg!
9 Heidningarnir, ið Tú hevur skapt, skulu allir koma og tilbiðja fyri ásjón Tíni, Harri, og teir skulu æra navn Títt.
11 Lær meg veg Tín, HARRI! Eg vil liva í sannleika Tínum; gev mær heilt hjarta til at óttast navn Títt!
12 Eg skal prísa Tær, Harri Gud mín, av øllum hjarta mínum! Í allar ævir skal eg æra navn Títt.
13 Tí stór er náði Tín yvir mær, og Tú hevur fríað sál mína úr djúpi deyðaríkisins.
14 Frekir hava reist seg móti mær, Gud, flokkur av yvirgangskroppum liggur mær eftir lívinum! Teg hava teir ikki fyri eyga.
15 Men, Harri, Tú ert miskunnsamur og náðigur Gud, langmóðigur og ríkur í náði og sannleika.
16 Vend Tær til mín og ver mær náðigur! Gev tænara Tínum styrki Tína, frels son tænastukvinnu Tínar!
17 Unn mær tekin fyri góðsku Tína, so fíggindar mínir kunnu síggja tað og verða til skammar, tí Tú, HARRI, hjálpir mær og troystar meg!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul