Sálmarnir kap. 97

Uppsetan
1 HARRIN hevur víst, at Hann er kongur; jørðin fegnist, hinar mongu oyggjar gleðist!
2 Skýggj og myrkur eru rundan um Hann, rættferð og rættur eru grundvøllir hásætis Hansara.
5 fjøllini bráðna sum vaks fyri ásjón HARRANS, fyri Harranum yvir allari jørðini.
7 Til skammar verða øll, ið dýrka útskornar myndir, tey, ið eru stolt av avgudum sínum; tilbiðið Hann, allir gudar!
9 Tí Tú, HARRI, ert hin Hægsti yvir allari jørðini, sára høgt situr Tú yvir øllum gudum!
10 Tit, ið elska HARRAN, hatið hitt illa! – Hann varðar sálirnar í hinum heilagu Sínum og fríar tey úr hondum hinna gudleysu.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul