Sálmarnir kap. 118

Uppsetan
5 Út úr trongdini kallaði eg á HARRAN; HARRIN svaraði mær og leiddi meg út á rúmt land.
11 teir eru rundan um meg, ja, teir kringseta meg; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður;
12 sum býflugur eru teir rundan um meg, men teir sløkna sum eldur í tornum; í navni HARRANS skal eg høgga teir niður.
15 Fagnaðar- og sigursróp hoyrast í tjøldum hinna rættvísu; høgra hond HARRANS ger stórverk.
24 Hesin er dagurin, ið HARRIN hevur gjørt; latið okkum fegnast og gleðast á honum!
26 – Signaður veri Hann, sum kemur, í navni HARRANS! Vit signa tykkum úr húsi HARRANS.
27 HARRIN er Gud, og Hann læt verða ljóst hjá okkum. Bindið hátíðarofrið í togum líka inn at altarhornunum!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul