Sálmarnir kap. 4

Uppsetan
2 Svara mær, táið eg rópi, Tú Gud rættvísi mínar! Í trongd gjørdi Tú mær rúm – ver mær náðigur og hoyr bøn mína!
3 Tit menn! Hvussu leingi skal æra mín vera til spott? Hvussu leingi fara tit at elska fáfongd, søkja lygn? – Sela.
4 Tit skulu sanna, at HARRIN hevur valt Sær tann, ið gudræddur er – táið eg ákalli HARRAN, hoyrir Hann meg!
5 Harmist, og syndið ikki! Hugsið tykkum um á legu tykkara, og verið stillir! – Sela.
7 Mong siga: „Hvør letur okkum síggja tað, ið gott er!“ – Lyft Tú yvir okkum ljós andlits Tíns, HARRI!
8 Tú hevur givið mær gleði í hjartað, størri enn teirra, táið korn og vín teirra er í yvirflóð –
9 í friði leggist eg og sovni við tað sama, tí Tú, HARRI, letur meg búgva trygt, fyri meg sjálvan!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul