Sálmarnir kap. 44

Uppsetan
2 Gud, vit hava hoyrt tað við okkara egnu oyrum, fedrar okkara hava sagt okkum tað, verkið, ið Tú gjørdi á døgum teirra, í forðum:
3 Tú rakst burt heidningarnar við hond Tíni, men tey plantaði Tú, fólkasløg týndi Tú, men tey lætst Tú breiða seg;
4 tí ikki var tað við svørðinum, tey fingu landið í ogn, ikki var tað armur teirra, ið gav teimum sigur, nei, tað var høgra hond Tín, armur Tín og ljós andlits Tíns – tí Tú hevði tey kær.
6 Við Tær stinga vit fíggindan niður, í navni Tínum traðka vit niður teir, sum reisa seg móti okkum.
8 nei, Tú hevur givið okkum sigur yvir fíggindum okkara, og teir, ið hata okkum, letur Tú verða til skammar.
10 Og tó hevur Tú nú kastað okkum frá Tær, gjørt okkum til spott, Tú fert ikki út við herum okkara!
12 Tú hevur givið okkum til at verða etin sum seyð, og spjatt okkum millum fólkini;
14 Tú gert okkum grannum okkara til háð, teimum til spott og spæ, sum rundan um okkum búgva;
15 Tú gert okkum til orðtak millum fólkini, letur fólkasløgini rista við høvdinum eftir okkum.
17 – táið eg hoyri spottaran og háðaran, táið eg síggi fíggindan og hin hevnisama.
20 – so Tú skuldi sora okkum sundur, har sum sjakalar búgva, og breiða deyðaskugga út yvir okkum.
22 – hevði Gud tá ikki komið eftir tí! Hann kennir jú loyniligu hugsanir hjartans!
23 Nei, fyri Tína skuld verða vit dripin allan dagin, vit eru roknað sum skurðseyður!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul