Sálmarnir kap. 15

Uppsetan
1 Sálmur. Eftir Dávid. HARRI, hvør skal vera gestur í tjaldi Tínum, hvør skal búgva á heilaga fjalli Tínum?
3 ikki baktalar við tunguni, ikki voldir næsta sínum ilt, ikki dregur skomm oman yvir tann, ið stendur honum nær,
4 roknar hin vrakaða fyri einki, men heiðrar tey, sum óttast HARRAN, ei brýtur eiðin, ið hann svór sær sjálvum til skaða,
5 ikki lænir pening sín út fyri okur og ikki tekur mutur móti hinum sakleysa. – Tann, ið hetta ger, skal ikki vikast í allar ævir!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul