Sálmarnir kap. 36

Uppsetan
2 Í hjartanum hugsi eg um tað, sum syndin sigur við hin gudleysa – gudsótti er ikki fyri eygum hansara.
3 Hann setur æru í, at synd hansara verður funnin, og at hann verður hataður fyri hana.
4 Orðini av munni hansara eru órættur og svik; hann er hildin uppat at gera tað, ið víst og gott er;
5 á legu síni upphugsar hann órætt, hann fer leið, sum ikki er góð, hitt illa skýggjar hann ikki.
7 rættferð Tín er sum fjøll Guds, dómar Tínir eru sum hitt stóra djúp, menniskju og dýr frelsir Tú, HARRI!
8 Hvussu dýrmæt er ikki náði Tín, Gud! Menniskjabørnini søkja sær skjól í veingjaskugga Tínum;
9 tey verða til fulnar mettað av fiti hús Tíns; av gleðistreymum Tínum gevur Tú teimum at drekka.
11 Lat náði Tína verða verandi yvir teimum, ið kenna Teg, rættferð Tína yvir hinum sannhjartaðu!
12 Lat ikki fót hins hugmóðiga koma á meg, lat ikki hond hinna gudleysu reka meg burt!
13 Har falla tey, ið gera órætt; tey verða sligin niður og fáa ikki reist seg aftur.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul