Sálmarnir kap. 50

Uppsetan
1 Sálmur. Eftir Asaf. Gud, Gud HARRIN, talar og stevnir jørðini higar úr eystri og líka í vestur.
3 Gud okkara kemur og skal ikki tiga; oyðandi eldur gongur fyri ásjón Hansara, og rundan um Hann leikar stormur.
5 „Savnið Mær heilagu Míni til Mín, tey, ið við ofrum hava gjørt sáttmála við Meg!“
7 „Hoyr, fólk Mítt, Eg skal tala, Ísrael, Eg skal vitna móti tær – Gud, Gud tín, eri Eg!
8 Ikki er tað fyri offur tíni, Eg ætli at straffa teg – Eg havi jú altíð brennioffur tíni fyri eyga.
11 Eg kenni allar fuglar á fjøllunum, veit skil á øllum tí, sum á markini rørist.
12 Um Eg hungraði, segði Eg ikki tær tað; tí Mær hoyrir jarðarríki til, og alt, ið tað fyllir.
15 Og kalla á Meg, tann dag tú ert í neyð – Eg skal bjarga tær, og tú skalt prísa Mær!“
16 Men við hin gudleysa sigur Gud: „Hvat hevur tú við at gera at rokna upp boð Míni og hava sáttmála Mín á munni!
18 Sært tú tjóv, so fert tú í felag við hann, og við horkøllum ert tú í samlagi!
21 So hevur tú borið teg at, og Eg havi tagt; og nú hugsar tú, at Eg eri sum tú – men Eg skal straffa teg, og tað, so tú fært tað at síggja!
22 Aktið eftir hesum, tit, ið gloyma Gud, so Eg skræði tykkum ikki sundur, uttan at nakar er, sum frelsir!
23 – Tann, ið ofrar tøkk, ærir Meg, og tann, ið aktar eftir leiðini, lati Eg síggja frelsu Guds.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul