Sálmarnir kap. 31

Uppsetan
2 HARRI, hjá Tær søki eg mær skjól! Lat meg aldri í allar ævir verða til skammar, frels meg við rættferð Tíni!
3 Boygg oyra Títt til mín, ver skjótur at bjarga mær, ver mær fastur klettur, borg, mær til frelsu!
4 Tí Tú ert klettur mín og borg mín, og fyri navns Tíns skuld skalt Tú leiða og føra meg.
5 Tú skalt draga meg úr garninum, ið teir hava sett fyri meg, tí Tú ert verja mín.
8 Eg skal frøast og vera glaður um náði Tína, at Tú hevur sæð trongd mína, at Tú hevur tikið Tær av sál míni í neyðini;
10 Ver mær náðigur, HARRI, tí eg eri í neyð, eyga mítt tærist burtur av sorg, ja, bæði sál mín og likam mítt!
11 Tí lív mítt fer avstað – í sorg, og ár míni – í suffum; misgerð mín hevur volt, at kraft mín er farin, og bein míni eru tærd burtur.
12 Eg eri vorðin øllum fíggindum mínum til háð, ja, øllum grannum mínum til størsta spott; tey, ið kenna meg, ræðast meg; tey, ið síggja meg á vegnum, flýggja undan mær.
13 Eg eri gloymdur og farin teimum úr huga – sum deyður; eg eri vorðin sum sundurbrotið ílat.
14 Tí mong hoyri eg baktala meg, ræðsla er frá øllum síðum, táið teir leggja upp ráð móti mær, lúra eftir at taka lív mítt.
16 Í hond Tíni eru tíðir mínar; bjarga mær av fíggindahondum, frá teimum, ið liggja eftir mær,
18 Lat meg ikki verða til skammar, HARRI, tí eg rópi til Tín – lat hini gudleysu verða til skammar, søkka tigandi í deyðan,
19 lat hinar følsku varrar verða málleysar, tær, ið frekt tala móti hinum rættvísa, við hugmóði og vanvirðing!
20 Hvussu stór er ikki góðska Tín, sum Tú goymir teimum, ið Teg óttast, sum Tú, fyri eygum menniskjabarnanna, vísir teimum, ið søkja sær skjól hjá Tær!
21 Tú fjalir tey í skjóli andlits Tíns fyri svikaráðum manna, Tú goymir tey í tjaldi Tínum móti tunguálopum.
22 Lovaður veri HARRIN, tí undurfult hevur Hann víst mær náði Sína í fastari borg!
23 Og eg, sum í angist míni segði: „Eg eri rivin burt frá eygum Tínum!“ – Tó hoyrdi Tú bønandi rødd mína, táið eg rópti til Tín.
24 Elskið HARRAN, øll tit heilagu Hansara! HARRIN heldur hondina yvir hinum trúføstu, men teimum, sum halda fram í hugmóði, lønir Hann mangar ferðir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul