Sálmarnir kap. 9

Uppsetan
5 Ja, Tú hjálpti mær til rætt og dóm, Tú setti Teg í hásætið sum rættvísur dómari!
6 Tú straffaði heidningarnar, forkomst hinum gudleysu, navn teirra strikaði Tú út í allar ævir.
7 Burtur er fíggindin, oyddur í allar ævir, býirnar hevur Tú brotið á grund – eingin minnist teir longur!
11 Tey líta á Teg, tey, sum kenna navn Títt; tí Tú hevur ikki svikið tey, ið søkja Teg, HARRI!
12 Lovsyngið HARRANUM, sum býr á Zion, kunngerið millum fólkini tað, ið Hann hevur gjørt!
14 Ver mær náðigur, HARRI, hygg tað, ið eg má líða av teimum, ið hata meg, Tú, sum lyftir mær upp frá portrum deyðans,
15 fyri at eg skal kunngera alt prís Títt í portrum dóttur Zions, rópa av gleði um frelsu Tína.
16 Heidningarnir sukku í grøvina, teir gróvu, fótur teirra kom fastur í garnið, teir settu!
17 HARRIN varð opinberur, Hann helt dóm; Hann letur hin gudleysa verða fastan í hansara egna handaverki. – Higgajon. Sela.
19 Tí ikki skal hin fátæki allar dagar verða gloymdur, ikki skal vón hinna eyðmjúku í allar ævir verða til einkis.
20 Reis Teg, HARRI, lat ikki menniskju verða við yvirlutan, lat heidningarnar verða dømdar fyri ásjón Tíni!
21 Slá teir við ræðslu, HARRI, lat heidningarnar sanna, at teir eru menniskju! – Sela.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul