Sálmarnir kap. 35

Uppsetan
1 Eftir Dávid. HARRI, træt við teir, ið træta við meg, barst við teir, ið berjast við meg!
3 Tak til spjót og øks, og forða teimum, ið halda eftir mær! Sig við sál mína: „Eg eri frelsa tín!“
4 Ger teir snópnar og til skammar, sum liggja mær eftir lívinum, lat teir við skomm halda undan, teir, ið ætla mær ilt,
7 Tí uttan grund hava teir loyniliga lagt net sítt fyri meg, uttan grund hava teir grivið sál míni grøv.
8 Lat undirgang óvart koma á hann, lat hann sjálvan koma fastan í netið, sum hann legði, lat hann sjálvan falla í grøvina!
10 øll bein míni skulu siga: „HARRI, hvør er sum Tú, Tú, sum frelsir hin arma frá honum, ið er honum ov sterkur, hin arma og fátæka frá ránsmanninum!“
13 – Og eg, sum læt meg í syrgibúna, táið tey vóru sjúk, plágaði sál mína við føstu, bað við boygdum høvdi!
14 Sum tað hevði verið vinur mín, bróðir mín, so gekk eg; eg gekk, sum eg hevði syrgt móður mína, tyngdur av sorg.
15 Men nú ið eg eri um at falla, nú gleðast tey, flokka seg saman; ja, útskot, ið eru mær ókunnig, flokkast um meg og háða meg uttan íhald!
17 Harri, hvussu leingi ætlar Tú at hyggja at? Bjarga sál míni undan herverki teirra, míni einastu frá hinum ungu leyvum!
19 Lat ikki teir sleppa at gleðast yvir mær, sum uttan grund eru fíggindar mínir, lat ikki teir sleppa at blunka við eyganum, sum hata meg uttan grund!
20 Tí tað er ikki frið, teir tala, nei, svik upphugsa teir móti hinum stillu í landinum;
21 teir lata munnin vítt upp móti mær, teir siga: „Há há! Nú fingu vit at síggja!“
24 Fá mær rætt eftir rættvísi Tíni, HARRI Gud mín, og lat teir ikki gleðast yvir mær!
25 Lat teir ikki siga í hjartanum: „Tað var rætt! Sum vit vildu!“ Lat teir ikki siga: „Vit gloyptu honum!“
26 Lat teir standa við skomm og kinnroða, allar, ið gleðast um vanlukku mína, lat teir verða klæddar í spott og spæ, sum gera seg stórar yvir mær!
27 Men teir, ið unna mær rætt mín, lat teir rópa av gleði og frøast, lat teir altíð fáa sagt: „Lovaður veri HARRIN, sum unnir tænara Sínum frið!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul