Sálmarnir kap. 53

Uppsetan
2 Dárin sigur í hjartanum: „Eingin Gud er!“ – Óndur, viðurstyggiligur er atburður teirra; eingin er, sum ger gott.
3 Gud skoðar úr Himli niður á menniskjabørnini, at síggja, um nakar vitigur er, nakar, ið søkir Gud.
4 Nei, øll eru farin av leið, øll somul eru spilt, eingin er, sum ger gott, ikki so mikið sum ein!
5 Hava teir tá einki vit, hesir illgerðarmenn, ið eta fólk mítt, sum tað hevði verið breyð, teir ótu, og ákalla ikki Gud?
6 Tá grípur ræðsla teir, har sum einki var at ræðast; tí Gud spjaðir bein teirra, ið taka støðu móti tær; teir verða til skammar, tí Gud hevur vrakað teir.
7 Á, hevði frelsa Ísraels komið av Zion! – Táið Gud vendir lagnu fólks Síns, skal Jákup frøast, Ísrael gleðast!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul