Sálmarnir kap. 145

Uppsetan
1 Lovsongur. Eftir Dávid. Eg skal seta Teg høgt, Gud mín, kongur mín! Í allar ævir og altíð lovi eg navni Tínum.
4 Eitt ættarliðið fyri og annað eftir lovprísar verkum Tínum, kunnger veldigu verk Tíni.
6 Um sterku og øgiligu verk Tíni skulu tey* tala, og um stórverk Tíni skal eg vitna;
12 fyri at kunngera menniskjabørnunum veldigu verk Tíni og dýrd og heiður ríkis Tíns.
15 Øll venda bíðandi eygunum móti Tær, Tú gevur teimum føðina í rættari tíð;
19 Hann ger teimum eftir ynski, sum óttast Hann, Hann hoyrir róp teirra og frelsir tey.
21 – Muður mín skal bera fram prís HARRANS, og alt hold skal lova heilaga navni Hansara í allar ævir og altíð.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul