Sálmarnir kap. 111

Uppsetan
1 Halleluja! Eg takki HARRANUM av øllum hjarta mínum í ráði og samkomu teirra, sum sannhjartað eru.
3 Stórleiki og dýrd eru verk Hansara, rættvísi Hansara stendur føst í allar ævir.
5 Hann hevur givið teimum føði, sum óttast Hann; í allar ævir minnist Hann sáttmála Sín.
6 Kraft verka Sína hevur Hann víst fólki Sínum, táið Hann gav teimum arv heidninganna.
7 Tað, ið hendur Hansara gera, er sannleiki og rættur; øll boð Hansara eru trúføst;
9 Hann hevur sent fólki Sínum endurloysing, Hann hevur skipað sáttmála Sín til ævigar tíðir; heilagt og øgiligt er navn Hansara.
10 Ótti fyri HARRANUM er upphav vísdóms; gott skil hevur hvør tann, ið ger eftir honum. – Prís Hansara varir í allar ævir.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul