Sálmarnir kap. 56

Uppsetan
1 Til songmeistaran. Eftir hini stummu dúvu langt burtur. Eftir Dávid. Songur. Táið Filistarar tóku hann í Gat.
2 Ver mær náðigur, Gud! Tí menniskju liggja mær eftir lívinum; samt og javnt treingja teir meg við stríði.
3 Samt og javnt liggja teir mær eftir lívinum, teir, ið elta meg, ja, mangir eru teir, sum í hugmóði stríða móti mær.
5 Við hjálp Guds skal eg prísa orði Hansara; á Gud líti eg, eg óttist ikki – hvat skal hold fáa gjørt mær!
6 Allan dagin gera teir mær lívið beiskt, allar hugsanir teirra eru vendar móti mær, til tað illa.
7 Teir taka seg saman, teir lúra, teir hava eyguni eftir mær, hvussu eg stígi; tí teir liggja mær eftir lívinum.
8 Skulu teir sleppa undan við øllum óndskapi sínum! – Nei, slá fólkasløgini niður í vreiði Tíni, Gud!
9 Tú hevur talt, hvussu mangan eg havi flýtt; tár míni eru goymd í skinnsekki Tínum – standa tey ikki í bók Tíni?
10 – So skulu fíggindar mínir víkja, tann dag eg rópi; tað veit eg, at Gud er við mær!
11 Við hjálp Guds skal eg prísa orði Hansara, við hjálp HARRANS skal eg prísa orði Hansara.
14 Tí Tú hevur fríað sál mína frá deyðanum, ja, føtur mínar frá falli, so eg kann ganga fyri ásjón Guds í ljósi teirra, sum liva.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul