Sálmarnir kap. 144

Uppsetan
1 Eftir Dávid. Lovaður veri HARRIN, klettur mín, sum lærir upp armar mínar til stríð, fingrar mínar til bardaga,
2 miskunn mín og borg mín, vernd mín, frelsari mín, skjøldur mín og tann, ið eg søki mær skjól hjá, Hann, ið leggur fólkasløg undir meg!
3 HARRI, hvat er menniskjað, at Tú kennist við tað, menniskjabarnið, at Tú hugsar um tað!
7 rætt hond Tína av hæddini, fría meg og frels meg úr stórum vøtnum, av hond útlendinganna,
10 Tú, sum gevur kongum sigur og frelsir tænara Tín Dávid undan hinum ónda svørði.
11 Fría meg og frels meg av hond útlendinganna, sum tala svik við munninum, og hvørja høgra hond er lygihond
12 – so synir okkara kunnu verða sum hávaksnar plantur í ungdóminum, døtur okkara sum hornsúlur, høgdar sum til høll,
13 so úthús okkara kunnu vera full og geva av øllum sløgum, smáfæ okkara lemba í túsundtali, ja, í tíggjutúsundtali, á markum okkara,
14 so kýr okkara kunnu hava kálv, og eingin skaði skal vera, einki tap, og einki sorgarróp á gøtum okkara!
15 – Sælt er fólkið, ið so er statt, sælt er fólkið, ið hevur HARRAN til Gud!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul