Sálmarnir kap. 123

Uppsetan
1 Songur. Á hátíðarferðunum. Til Tín lyfti eg eygu míni, Tú, sum í Himli situr!
2 Sum eygu tænaranna fylgja hond harra teirra, sum eygu arbeiðskonunnar fylgja hond frúar hennara – soleiðis fylgja eygu okkara HARRANUM Gudi okkara, inntil Hann verður okkum náðigur.
3 Ver okkum náðigur, HARRI, ver okkum náðigur! Tí vit eru mett og meir enn mett av vanvirðing;
4 mett og meir enn mett er sál okkara av spotti hinna tryggu, av vanvirðing hinna hugmóðigu!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul