Sálmarnir kap. 40

Uppsetan
3 Og Hann dró meg upp úr undirgangsgrøvini, úr hinum botnleysa díki, Hann setti føtur mínar á klett, gjørdi stig míni føst.
4 Og Hann legði í munn mín nýggjan song, lovsong til Gud okkara. – Mong síggja tað og óttast og seta lít sína til HARRAN.
5 Sælur er tann maður, ið setur lít sína til HARRAN og vendir sær ikki til hugmóðig og til teirra, ið halda av leiðini – til lygn.
6 Stór eru undrini, ið Tú hevur gjørt, HARRI Gud mín, og mangir tankarnir, ið Tú hugsaði fyri okkum – ikki stendur til at rokna teir upp fyri Tær; um eg vil kunngera teir og tala um teir, so eru teir ov mangir at telja.
7 Sláturoffur og matoffur líkar Tær ikki – Tú gavst Mær opin oyru – brennioffur og syndoffur krevur Tú ikki.
8 Tá segði Eg: „Hygg, Eg komi – í bókrulluni stendur skrivað tað, ið Eg skal gera;
10 Í stórari samkomu bar eg boð um rættferð – nei, eg læt ikki varrarnar aftur, tað veitst Tú, HARRI!
11 Rættferð Tína duldi eg ikki í hjarta mínum, trúfesti Tína og frelsu Tína talaði eg um, náði Tína og sannleik Tín avnoktaði eg ikki í stórari samkomu.
12 – Tú HARRI, skalt ikki steingja miskunn Tína fyri mær, náði og trúfesti Tín skulu altíð vera vernd mín.
13 Tí vanlukkur, sum ikki er tal á, leggja seg rundan um meg, syndir mínar hava fingið meg aftur, so eg fái ikki hugt; tær eru fleiri enn hárini á høvdi mínum, og mótið hevur svikið.
14 Lat toknast Tær, HARRI, at bjarga mær, HARRI, ver skjótur og kom mær til hjálpar!
15 Lat teir standa við skomm og kinnroða, sum liggja mær eftir lívinum og ætla at forkoma mær, lat teir víkja og verða til skammar, sum ynskja mær ilt,
16 lat teir standa ræðsluslignar av skomm síni, teir, ið siga: „Há há!“ við meg!
17 Men lat øll tey, ið søkja Teg, frøast og gleðast í Tær, lat tey, ið elska frelsu Tína, altíð siga: „Lovaður veri HARRIN!“
18 – Um so eg eri armur og fátækur, skal HARRIN tó hugsa um meg. Tú ert hjálp mín og frelsari mín – drála ikki, Gud mín!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul