Sálmarnir kap. 61

Uppsetan
3 Frá enda jarðarinnar rópi eg til Tín, meðan hjarta mítt ørmaktast. – Leið meg til klettin, sum er hægri enn eg!
5 Lat meg í allar ævir búgva í tjaldi Tínum, lat meg finna lívd í veingjaskugga Tínum! – Sela.
6 Ja, Tú, Gud, hevur hoyrt lyfti míni, Tú hevur uppfylt ynski teirra, ið óttast navn Títt!
7 Tú skalt leggja dagar aftrat døgum kongsins, ár Hansara skulu vara mann eftir mann.
8 Hann skal sita í hásæti allar ævir fyri ásjón Guds; set náði og sannleika at varðveita Hann!
9 So skal eg til ævigar tíðir lova navni Tínum og soleiðis dag eftir dag halda lyfti míni.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul