Sálmarnir kap. 109

Uppsetan
2 Tí teir hava latið upp móti mær gudleysa, falska munn sín, teir tala móti mær við lygitungu.
4 Í løn fyri kærleika mín standa teir mær ímóti, tóat eg geri einki uttan biði.
7 Táið hann kemur fyri rættin, lat hann tá verða dømdan sekan, og lat bøn hansara verða roknaða sum synd!
10 lat børn hansara flakka um og bidda, lat tey søkja breyð sítt langt burtur frá oyddu heimum sínum!
11 Lat okraran fáa í snerru sína alt tað, sum hann eigur, lat fremmandar ræna góðs hansara!
12 Lat ongan vera, sum goymir honum miskunn, lat ongum tykjast synd í faðirleysu børnum hansara!
13 Lat avkom hansara ganga til grundar, lat navn hansara verða útstrikað í næsta ættarliði!
14 Misgerð fedra hansara verði minst av HARRANUM, synd móður hansara verði ikki útstrikað!
15 Tær veri altíð HARRANUM fyri eyga, og Hann striki minnið um hann út av jørðini –
16 aftur fyri at hann hugsaði ikki um at vísa miskunn, men søkti at Honum, sum var armur og fátækur, Honum, sum var sorgarfullur í hjartanum líka til deyðan!
17 Hann elskaði bann – so lat tað ráma hann! Hann hevði ikki hug til signing – so lat hana verða langt frá honum!
18 Hann klæði seg í bann sum í klæði, tað komi í búk hansara sum vatn, og sum olja inn í bein hansara!
19 Tað verði honum sum kappi at sveipa seg í, sum belti, ið hann altíð spennir um seg!
20 Hetta veri lønin, ið mótstøðumenn mínir fáa frá HARRANUM, teir, ið tala ilt móti sál míni!
21 Men Tú, HARRI, Harri mín, ger mær væl fyri navns Tíns skuld! Góð er jú náði Tín – so bjarga Tú mær tá!
25 Til spott eri eg vorðin teimum; teir rista við høvdinum, táið teir síggja meg.
28 Biði teir ilt – Tú skalt signa! Teir reisa seg, men verða til skammar; og tænari Tín gleðist.
29 Mótstøðumenn mínir skulu verða klæddir í vanæru og sveipa seg í skomm sína sum í kappa.
30 Eg skal stórliga takka HARRANUM við munni mínum, mitt ímillum mong skal eg lova Honum;
31 tí Hann stendur undir høgru lið hins fátæka fyri at bjarga honum frá teimum, ið døma sál hansara.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul