Sálmarnir kap. 43

Uppsetan
1 Fá mær rætt, Gud, barst fyri málevni mítt móti fólki, ið ikki kennir til miskunn, frels meg frá følskum, órættvísum monnum!
2 Tí Tú ert tann Gud, ið er skjól mítt – hví hevur Tú kastað meg frá Tær? Hví skal eg ganga sorgarbundin, kúgaður av fíggindum?
3 Send ljós Títt og sannleik Tín, lat tey leiða meg, lat tey føra meg til heilaga fjall Títt og til bústaðir Tínar,
4 so eg kann koma til altar Guds, til tann Gud, ið er gleði og fagnaður mín, og takka Tær á hørpu, Gud, Gud mín!
5 – Hví ert tú niðurboygd, sál mín, hví ert tú so órólig í mær? Bíða eftir Gudi! Tí eg skal aftur kunna takka Honum, frelsu andlits míns og Gudi mínum!
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul