Job kap. 9

Uppsetan
2. Job Replies to Bildad
9:1-10:22
a. How Can I Contend with God?
9:1-35:1
2 „Ja, vissuliga, eg veit, at so er – hvussu skuldi menniskjað kunnað havt rætt móti Gudi!
4 Vísur í hjarta og veldigur í styrki – hvør setti seg ímóti Honum og varð óstraffaður
11 Gongur Hann fram við mær, síggi eg Hann ikki; fer Hann framvið, verði eg ikki varur við Hann;
12 grípur Hann rán Sítt, hvør man tá kunna forða Honum, hvør kann siga við Hann: „Hvat gert Tú!“
15 Um eg so hevði rætt, kundi eg ikki svarað Honum, men mátti biðið dómara mín um náði.
17 Hann, sum rívur meg burtur í storminum og uttan grund gevur mær eitt sárið fyri og annað eftir,
19 Er tað um styrki at gera, so sigur Hann: „Hygg her eri Eg!“ Er tað um rætt at gera: „Hvør vil stevna Mær!“
20 Um eg so hevði rætt, skuldi tó mín egni muður felt meg; um eg var sakleysur, hevði Hann kortini sagt, at eg hevði órætt.
24 Jørðina hevur Hann givið gudleysum í hendur; Hann bindur fyri andlitið á dómarum hennara – er tað ikki Hann, ið ger tað, hvør er tað tá!
27 Um eg sigi: „Eg skal gloyma sorg mína, eg skal lata myrka andlit mítt fara og vera glaður!“
28 so má eg kortini skelva fyri øllum kvølum mínum; eg veit jú, at Tú dømir meg ikki leysan.
31 so hevði Tú kortini dripið meg niður í díkið, so klæðum mínum hevði staðist við meg!
32 Tí Hann er ikki maður, mær líkur, so eg kundi svarað, so vit saman kundu farið fyri rættin;
34 Hevði Hann bert tikið koyril Sín burtur frá mær og ikki loypt ótta á meg við ræðslu Síni,
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul