Job kap. 5

Uppsetan
2. God Blesses those Who Seek Him
5:1-27:1
1 „Rópa tú bert! Man nakar svara tær! Og hvønn av hinum heilagu ætlar tú at venda tær til?
4 hjálparleys vóru børn hansara; tey vórðu traðkað niður í portrinum, og eingin frelsti tey;
5 grøði hansara át hvør, sum svangur var; hon varð rænd burtur, um so tornastik var um hana; og snerran lúrdi eftir góðsi hansara.
11 táið Hann vil seta tann høgt, sum lítið hevur at týða, og hjálpa hinum syrgjandi fram til frelsu,
12 Hann, sum letur ráð hinna snildu miseydnast, so hendur teirra fáa ikki avrikað nakað, ið verður varandi,
13 Hann, sum letur hinar vísu koma fastar í teirra egna klókskap og letur hinar snildu leypa framav í ráðum teirra;
15 Og soleiðis frelsir Hann hin fátæka undan svørðinum, undan munni teirra og undan valdi hins sterka;
16 vón verður fyri hann, sum lítið hevur at týða, og óndskapurin noyðist at halda munnin saman.
17 Ja, sælur er tann maður, ið verður revsaður av Gudi! Vanvirð tú ikki tykt hins Alvalda!
22 Oyðing og hungri kanst tú læa at, og villdýr jarðarinnar nýtist tær ikki at ræðast;
23 tí tú stendur í sáttmála við steinar markarinnar, og hini villu dýrini á markini binda frið við teg.
24 Og tú fært at síggja tjald títt standa trygt; tú hyggur eftir eigindómum tínum og saknar einki.
25 Tú fært at síggja avkom títt gerast fjølment, eftirkomarar tínir verða sum urtirnar á jørðini.
26 Í fullbúnari elli skalt tú fara í grøvina, eins og bundi verða borin til hús á tíma sínum.
27 Sært tú, hetta hava vit granskað út – so er tað! Lurta eftir tí og hugsa væl um tað!“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul