Job kap. 10

Uppsetan
b. Job’s Plea to God
10:1-22:1
1 „Sál míni leiðist við lívið; eg skal geva gremju míni leysar teymar, tala í beisku sálarneyð míni.
3 Er tað Tær til gagn at gera yvirgangsverk, at vraka tað, ið hendur Tínar hava virkað, men lata ljós Títt skína yvir ráð hinna gudleysu!
8 Hendur Tínar hava virkað meg og gjørt meg í einum og øllum – og nú forkemur Tú mær!
15 var eg sekur – vei mær tá! Og var eg sakleysur, so skuldi eg tó ikki kunna lyfta høvdinum, men mettast av skomm og skoða vanlukku mína!
16 Lyfti eg tí kortini, skuldi Tú vera eftir mær sum leyva og aftur vísa undurmátt Tín á mær;
17 nýggj vitni skuldi Tú leiða fram móti mær, lata meg enn meir kenna vreiði Tína, senda ein herin fyri og annan eftir móti mær.
18 – Hví lætst Tú meg koma út úr móðurlívi! Eg átti at havt givið upp andan, ósæddur av øllum;
19 eg átti at verið, sum eg aldri hevði verið føddur; úr móðurlívi átti eg at verðið borin til gravar!
20 Eru ikki dagar mínir fáir! – Hevði Hann latið meg verið, so eg kundi havt eina stutta gleði,
22 til landið, ið er myrkt sum svartasta náttin, har sum deyðaskuggi og óskil ræður, og ljósið sjálvt er sum myrka náttin.“
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul