Job kap. 24

Uppsetan
b. Judgment for the Wicked
24:1-25:1
1 „Hví letur hin Alvaldi aldri revsingartíðir Sínar koma? Og hví fáa tey, sum kenna Hann, ikki dagar Hansara at síggja?
5 Ja, sum villesil í oyðimørkini fara tey út til arbeiði sítt og leita eftir føði; oyðimørkin gevur teimum breyð til børnini.
6 Tey heysta á markini tað, ið kríatúrini eru von at eta, og henta upp tað seinasta í víngarði hins gudleysa.
8 Skúrirnir av fjøllunum gera tey vát, og av tí at tey einki annað skjól hava, halla tey sær inn at klettinum.
12 Úr býnum hoyrist, hvussu doyggjandi geva seg, og illa særd rópa um hjálp – men Gud gevur ikki slíkum órætti gætur.
13 Aðrir eru fíggindar ljósins; teir kenna ikki vegir ljósins og halda seg ikki á leiðum tess.
14 Fyri lýsing fer manndráparin upp, drepur hin arma og fátæka, og um náttina sníkir tjóvurin seg um.
15 Horkallurin hyggur eftir skýmingini; hann hugsar: „Einki eyga sær meg!“ og hevur fyri andlitinum til at fjala tað.
16 Í myrkrinum bróta teir inn í húsini; men um dagin steingja teir seg inni, ljósinum vilja teir ikki vita av.
18 – „Brádliga* tekur streymurin hann við sær; bannlýstur verður arvalutur hansara í landinum; hann sæst ikki longur á vegnum til víngarðarnar.
20 Móðurlívið gloymir hann, og maðkar metta seg av honum; eingin er, sum minnist hann, og órætturin støkkist av sum træið.
21 Soleiðis gongst honum, ið rændi frá hini ófruktbøru, ið ikki føddi, og sum aldri gjørdi einkjuni gott.“
22 – Ja*, men leingi heldur Gud yvirgangskroppunum uppi við mátti Sínum; teir reisast aftur, tóat teir høvdu mist mót um lív.
24 Høgt stíga teir upp, og so verður teimum givin bráð burturferð; teir boygna og doyggja sum øll onnur, verða skornir av sum aks av strái.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul