Job kap. 41

Uppsetan
1 „Eingin er so djarvur, at hann torir at arga hann – hvør vágar sær tá at seta seg upp móti Mær!
2 Hvør gav Mær nakað fyrst, so Eg skuldi givið honum viðurlag! Alt undir himli hoyrir jú Mær til!
4 Hvør var mentur at draga klædningin av honum! Hvør vágar sær inn ímillum dupultu tanngarðar hansara!
8 Teir eru fastir hvør við annan; teir grípa hvør inn í annan og kunnu ikki skiljast sundur.
17 Um svørð rámar hann, bítur tað ikki á honum, líka lítið lansa, kastispjót ella pílur.
20 Stríðsgassar virðir hann ikki meir enn hálmstrá, og hann lær at hinum súsandi spjóti.
21 Á búkinum hevur hann hvassar eggir; hann setur merki í móruna sum foyrurnar eftir treskisleðu.
0 vers vald

Trýst á vers fyri at leggja afturat ella taka burtur.

Fyrri kapittul
Næsti kapittul